Maskinmeistarafelagið, Sersáttmáli - Frálandavinna (smá)
 

►Sáttmáli 2023 til prentingar 

 

► All wage agreements an translation certificate 2021

 


 

Reiðarafelagi fyri Handilsskip

og

Maskinmeistarafelagið

 Sersáttmáli fyri maskinmeistarar við smærri skipum í frálandavinnu

 

 

§1 Sáttmálaøki

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um skip í frálandavinnu, sum í BT / KW liggja undir 3000, og har mynstrað verður pr. túr og avroknað verður í daglønum.

 

Stk. 2. Ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum RFH og Maskinmeistarafelagið eru ikki galdandi fyri hesi skip. Tó eru hesar greinar í høvuðssáttmálanum galdandi: § 2 stk. 1, §2, stk. 4, §3 stk. 8, §9, §10 stk. 2, §11, §20.

 

§2 Hýrur

Stk. 1. Maskinmeistarar mynstra pr. túr og verða avroknaðir pr. dag:

 

 

 

1. mars 2022: 2.406 kr. um dagin

1. mars 2023: 2.497 kr. um dagin
1. mars 2024: 2.598 kr. um dagin

 

Afturat hesum kemur frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum. Reiðaríðið heldur útreiðslur av kosti umborð. Omanfyri nevndu hýrur hækka við sama % stigi sum lønartalvan.

 

Stk. 2. Eftir 1. juni 2021 verður eftirlønin 13%. Henda skipan er sjálvboðin fyri menn, sum eru fyltir 55 ár, ella eru tilknýttir reiðarínum styttri enn 2 mánaðir.

 

Stk. 3. Maskinmeistarar á skipum fevndum av hesum sersáttmála, ið eru settir í fast starv hjá reiðaríið, eru fevndir av felagsreglunum í høvuðssáttmálanum.

 

 

§3 Arbeiðskor

 

Stk. 1. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Um silgt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 4 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.

 

Stk. 2. Um fari verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldin ein upphædd svarandi til 25% av daglønini fyri hvønn dagin. Um fari verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldin ein upphædd svarandi til 50% av daglønini fyri hvønn dagin. Hetta er tó ikki galdandi um motorpassari ynskjur at vera longur umborð.

 

 

§4 Mynstring og uppsøgn
 

Stk 1. Hýringin er galdandi fyri ein túr í senn, frá maður fer heimanífrá til hann er heima aftur.

 

Stk 2. Um reiðaríið ynskir at fáa mann við aftur, skal hann boða frá hesum innan 7 dagar eftir at túrur er av.


Stk 3. Hevur maður lova seg við skipi, og vil hann geva avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn farið verður. Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi grein til at geva avboð rættstundis, so skal reiðari, sum er ov seinur at geva avboð, rinda eina samsýning, sum svarar til 50% av dagløni í 2 mánaðir.

 

Stk. 4. Maður sum gevur avboð ov seint skal rinda reiðarínum í samsýning upphædd, ið svarar til 15 ferðir daglønina, hetta er tó treytað av, at maður minst 10 dagar áðrenn farið verður, fær boð um nær farið verður..

 

 

§5 Bjarging
 

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava skipari og stýrimenn ikki rætt til bjargingarløn.

 


§6 Gildi
 

Hesin sáttmáli tekur 1. mars 2021. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssáttmálanum

 

Tórshavn tann 24. februar 2021

 

 

Maskinmeistarafelagið                                        Reiðarafelagið fyri Handilsskip