Sáttmálasamráðingarnar 2022

 

Fleiri av sáttmálunum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av ganga út í 2022. Í millum hesar sáttmálar eru sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini. Hesir ganga út 1. mai, og samráðingarnar um hesar eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað eru hesar samráðingarnar, sum leggja karmin fyri runduna. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni.

 

Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men vanliga er longdin 2 ár.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur her á heimasíðuni lagt kunning um gongdina í eini vanligari samráðingartilgongd. Her verða eisini løgd tíðindi út, so hvørt okkurt nýtt er at frætta frá samráðingunum.

 

 

Tíðindi frá samráðingunum

 

Fyrireikingarnar

Samráðingarnar

Semingsstovnurin

Fráboðan um arbeiðssteðg

 

Framløga um semjurnar við arbeiðarafeløgini 2022

 

Framløgan um semjuna við handverkarafeløgini 2022