Um Føroya Handverksmeistarafelag

 

Lóg felagsins

 

Føroya Handverksmeistarafelag er stovnað í 1957 sum eitt landsfelag fyri handverksmeistarar. Felagið er meginfelag fyri fimm lokal feløg, sum eru:

 

Havnar Handverkameistarafelag

Meistarafelagið í Klaksvík

Eysturoyar Handverksmeistarafelag

Suðuroyar Meistarafelag

Vága Handverksmeistarafelag

 

Felagið er limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag og einstøku virkini eru tí eisini limir og hava atgongd til allar tænastur hjá Vinnuhúsinum.

 

 

Marius Thomassen, ráðgevi
 
Fartlf: 739905 | t-post: marius@industry.fo
 
 
Mið og mál felagsins eru:

 

- At sambinda øll handverksmeistarafeløg í Føroyum í felagsskap, at lívga og verja lívsmálini og siðvenjuna hjá stættini, og at fremja handverkið og handverksídnað sum heild.

 

- At virka fyri vælskipaðum næmingaviðurskiftum sum grundarlag undir lítargóðari útbúgving

 

- At taka sær av lønar- og arbeiðsviðurskiftum limafelaganna, at fáa í lag sáttmálar við onnur virkisfeløg, og at taka upp samráðingar við yvirvald og stovnar.

 

- Við upplýsandi og upplærandi kjakfundum, fyrilestrum og skeiðum at búgva út limir felaganna sum best og stimbra felagsskapin og samanhaldið, at skapa trygg prísviðurskifti til stuðuls fyri krøv limafelaganna og til frama fyri samanhaldið.

 

- At koma sum best undan trætumálum millum handverksmeistarar og handverkarar, og at royna at fáa trætumál avgjørd í sátt og semju og sleppa undan arbeiðssteðgi. Um trætumál tekur seg upp, fremur felagið áhugamál handverksmeistaranna so langt sum rímiligt er, og so langt vald tess røkkur.

 

Handverksvinnan í Føroyum er sett saman av nógvum ymiskum fakum ella vinnugreinum, so sum skipasmíð, bilverkstøð, elektrikarar, matvøruframleiðsla (slaktari, bakari v.m.), húsasmíð, hárfríðkanaryrkið, tænari. Sáttmálin millum Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag fevnir tí um øll handverk.