Handilsvinnufelagið

 

Lóg felagsins

 


Handilsvinnufelagið er vinnugreinafelag, ið umboðar seráhugamálini hjá føroyskum handilsfyritøkum í føroysku vinnuni.

 

Limirnir í handilsvinnufelagnum eru framleiðslu­fyritøkur, heilsølur og vanligir handlar, ið selja alt frá knappanálum, góðgæti, matvørum, klæðum, teldum, maskinum, byggitilafari til tænastuveitingar av ymsum slag.

 

Handilsvinnufelagið er sostatt meginfelag fyri allar føroyskar handilsfyritøkur, sum selja eitt ella annað, líka mikið um tað eru vørur ella tænastur.

 

Handilsvinnufelagið strembar eftir at veita limum sínum best møguliga tænastu.

 

Málið hjá Handilsvinnufelagnum er at menna og styrkja føroyska handilsvinnu sambært raðfestingunum, sum limirnir í Handilsvinnu­felag­num seta á skránna, og tað eru tí limirnir í Handils­vinnu­felagnum, ið gera av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av føroyskari handilsvinnu.

 

Menningin av handilsvinnuni snýr seg m.a. um at vísa á týdningin av handilsvinnuni, soleiðis at fleiri fáa áhuga í at velja handilsvinnuna sum sína yrkisleið. Hetta verður gjørt umvegis kunningar- og skeiðsvirksemi, men Handilsvinnu­felagið er eisini virkin partur í tilgongdini at menna og ávirka úbúgvingarskipanina fyri føroyska handilsvinnu.   

 

Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá Handilsvinnufelagnum er at umboða limir sínar mótvegis politisku skipanini og almennu myndugleikunum, soleiðis at føroysk handils­vinna fær best møguligar karmar at virka innanfyri. Hetta ger Handilsvinnufelagið m.a. við viðmerkingum um støðu sína, tá ið lógir og reglur, sum kunnu ávirka limirnar í Handilsvinnufelagnum, verða fyrieikaðar.

 

Handilsvinnufelagið heldur eisini eitt vakið eyga við galdandi lógum og reglum fyri limir sínar. Endamálið við hesum er at vísa politisku skipanini á, hvørjar lógir og reglur treingja til at verða dagførdar og broyttar, soleiðis at føroysk handilsvinna hevur kappingar­førar og smidligar karmar av virka innanfyri.

 

 

 

 

Mortan Simonsen, ráðgevi 
Fartlf: 739907 | t-post: mortan@industry.fo