Um Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag eigur og rekur Vinnuhúsið og hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í húsinum.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur eina 9 manna nevnd, sum verður vald av limunum á árliga aðalfundi felagsins. Limir felagsins eru einstakar fyritøkur, sum eru beinleiðis limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Harafturat eru fýra arbeiðsgevarasamskipaninar limir í felagnum. Tær eru Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum og Føroya Prentsmiðjufelag. Fyritøkur sum eru limir her, eru umvegis hesar eisini limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Í lógunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur, at nevndin skal veljast soleiðis, at hon umboðar tær ymisku vinnugreinarnar og landið, so væl sum til ber.