Sjóvinnufelagið

 

Lóg felagsins

 


 

Sjóvinnufelagið er vinnugreinafelag, ið umboðar seráhugamálini hjá føroyskum fyri­tøk­um, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis.

 

Sjóvinnufelagið strembar eftir at veita limum sínum best møguliga tænastu,  samsvarandi teimum raðfestingum, sum limirnir í Sjóvinnufelagnum seta á skránna.

 

Tað eru tí limirnir í Sjóvinnufelagnum, ið gera av, hvussu felagið skal ávirka gongdina og menningina av hesum vinnum í Føroyum.  

 

Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum við góðum samskiftis, ferða- og flutningssambandið til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara nærmastu granna­lond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir.

 

Fyri at menna inntøkugrundarlagið hjá limunum og føroyska samfelagnum sum heild, fer Sjóvinnufelagið aktivt at virka fyri øktum vinnumøguleikum, bæði í Føroyum og uttanlands.

 

Felagið sær stórar møguleikar hjá bæði tænastu- og framleiðsluvinnunum komandi árini. Oljuvirksemið fer at verða nærhendis føroyska markinum fleiri ár frameftir, samstundis sum ætlanir eru um stórar verkætlanir við vindmyllulundum á sjónum, umframt frálandavinnu yvirhøvur.

 

Tað fer somuleiðis at verða nógv skipaferðsla framvið Føroyum komandi árini. Hesi skipini skulu viðlíkahaldast, umvælast, proviantera, bunkra og skifta manning. Her hava føroyskar tænastu- og framleiðslufyritøku gyltar møguleikar at bjóða seg fram, mitt í ferðslumeldrinum í Atlantshavinum.

 

Sjóvinnufelagið fer eisini aktivt at fylgja vinnumøguleikunum í arktiska økinum, og virka fyri, at føroyskar fyritøkur fáa møguleika at verða við í hesum nýggja og spennandi øki.    

 

Ein onnur týdningarmikil uppgáva hjá Sjóvinnufeagnum er at umboða limir sínar mót­vegis politisku skipanini og almennu myndugleikunum, soleiðis at limir felagsins fáa best møguligar karmar at virka innanfyri. Hetta ger Sjóvinnufelagið m.a. við við­merkingum um støðu sína, tá ið lógir og reglur, sum kunnu ávirka limirnar í Sjóvinnu­felagnum, verða fyrireikaðar.

 

Sjóvinnufelagið fylgir við galdandi lógum og reglum fyri limir sínar. Endamálið við hesum er at vísa politisku skipanini á, hvørjar lógir og reglur treingja til at verða dag­før­dar og broyttar, soleiðis at virksemið hjá limum felagsins hevur kappingar­førar og smid­ligar karmar av virka innanfyri.

 

 

 

Mortan Simonsen, ráðgevi 

Fartlf: 739907 | t-post: mortan@industry.fo