Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Sersáttmáli - Frálandavinna

 

 ► Sáttmáli 2023 til prentingar 

 

► All wage agreements and translation certificate 2021

 

 

Sáttmáli millum
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Og
Reiðarafelagið fyri Handilsskip
Sersáttmáli fyri skiparar og stýrimenn við størri skipum í frálandavinnu
 
 
 

§1 Sáttmálaøki


Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um skip, sum eru útgjørd og góðkend til at halda vakt yvir einum og
hvørjum, sum hevur við fólk at gera og “Multi purpose standby, supply- og ankarhandling
vessels”.
Sáttmálin er eisini galdandi fyri tænastuskip til alivinnuna, sum eru skrásett í føroysku altjóða
skipaskránni (FAS).


Stk. 2. Høvuðssáttmálin millum RFH og FSN er galdandi fyri hesi skip í tann mun niðanfyri
nevndu viðurskifti ikki víkja frá høvuðssáttmálanum. Undantiki er tó §7 í høvuðs-sáttmálanum sum
ikki er galdandi

 


§2 Hýrur


Stk. 1. Mánaðarliga hýran verður ásett við útgangsstøði í høvuðssáttmálanum fyri tann lønarflokk,
sum er galdandi fyri tað ávísa skipið eftir stødd í Bt/kw.


Stk. 2. Fasta mánaðarhýran er fyri 12 tímar um samdøgrið.


Stk. 3. Lønin er ástett í fylgisskjali til henda sáttmála og er at meta sum partur av hesum sáttmála.
Viðbót fyri ásetingina í § 5, stk. 1 í hesum sersáttmála fyri frálandavinnu (Multi purpose sandby,
supply- og ankarhandler vessels) er íroknað lønirnar í hesi lønartalvu. Hetta merkir, at verður
ásetingin broytt, verður lønartalvan broytt samsvarandi.

 


§3 Yvirtíð


Um farið verður út um 84 tímar um vikuna, verður goldin yvirtíð sambært reglunum í §10 í
høvuðssáttmálanum.

 


§4 Frítíð og útmynstring


Stk. 1. Arbeitt verður eftir einari 1: 1 skipan. Ferðing er íroknað frítíð, sí tó avmarkingar í stk 2. .
Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við
seinni broytingum.


Stk. 2. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 2 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.
Triði ferðadagur er at rokna sum 0-dagur. Um siglt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin
tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.


Stk. 3. Um farið verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldi ½ frídagur eyka fyri
hvønn dag út yvir. Um farið verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldið 1 frídagur
eyka fyri hvønn dag út yvir teir 14. Hetta er tó ikki galdandi um skiparin ella stýrimaðurin ynskja at
vera longur umborð.

 


§5 Arbeiðssteðgur


Stk. 1. Skipari og stýrimenn, ið mynstrað undir hesum sersáttmála frásiga sær rættin til at fara í
arbeiðssteðg í eitt 4ára skeið, roknað frá 1. mars 2024.


Stk. 2. Hýruhækkingar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri henda sersáttmála við somu
gildiskomu.


Stk. 3. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, skulu partarnir
yvirhalda gamla sáttmálan til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir
reglunum niðanfyri.


Stk. 4. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir
hesum reglum.


Stk. 5. Arbeiðssteðgur kann bert setast í verk um so er, at hann er rættstundis fráboðaður
mótpartinum.


Stk. 6. Um tað er ætlanin at seta arbeiðssteðg í verk, skal tað kunngerast hinum partinum við
serligum innskrivaðum brævi í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, at arbeiðssteðgurin er ætlaður
at verða settur í verk.


Stk. 7. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna verkfall, verkbann, ella onnur niðurlegging av
arbeiðinum. Tað er ikki loyvt at seta í verk arbeiðssteðg, meðan sáttmálin er í gildi.

 


§6 Bjarging


Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava skipari og stýrimenn ikki
rætt til bjargingarløn.

 


§7 Gildi


Stk. 1. Hesin sáttmálin tekur við 1. mars 2023. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann
høvuðssáttmálanum.

 


Tórshavn, 7. mars 2023

 


          Føroya Skipara- og Navigatørfelag                                                 Reiðarafelagið fyri Handilsskip